see this page in englishin English
Høvuðsstuðlar
Atlantic Airways
Vodafone
Aðrir stuðlar
Skálkur
Lýsarar
Ráðstevna um barna- og ungdómsvenjing
Fótbóltssambandið fer í døgunum 19.-20. mars 2010 at skipa fyri eini ráðstevnu um barna- og ungdómsvenjing

Fótbóltssambandið fer í døgunum 19.-20. mars 2010 at skipa fyri eini ráðstevnu um barna- og ungdómsvenjing. Eftir vitjaninar í feløgunum í seinasta kappingarári, verður mett, at stórur tørvur er á íblástri til teir venjarar, sum dagliga virka í yngru deildunum úti í feløgunum.

Endamálið við ráðstevnuni er, at venjarar kunnu hittast og fáa eina rúgvu av tilfari, hugskotum og íblástri annars, at taka við sær heim aftur til feløgini.

Niðanfyri eru nakrir upplýsingar um ráðstevnuna:

Fyribils skrá:
Fríggjadag 19. mars:
Byrjað verður kl. 17.00 og hildið verður áfram til umleið 21.00.

Leygardag 20.mars:
Byrjað verður kl. 09.00 og hildið verður áfram allan dagin. Tiltakið endar við einum felagsdøgurða.

Innihald:
Ráðstevnan verður skipað sum eitt verkligt tiltak, har tað bæði verða venjingar á vøllinum, nakrir fyrilestrar, eins og aktuel evni verða umrødd.

Umframt tilfar, íblástur o.a. so fáa allir luttakararnir døgurða fríggjakvøld, máltíð á middegi leygardag og døgurða leygarkvøld, umframt kaffi v.m.

Luttakarar:
Ráðstevnan er serliga ætlað barna –og ungdómsvenjarum og teimum, sum í heila tikið hava áhuga fyri fótbóltsvenjing.

Tilmelding:
Tá skráin er fastløgd, verður ein innbjóðing send feløgum, venjarum og løgd á heimasíðu FSF’s. Hetta skriv er fyri at venjarar, og onnur áhugað, kunnu seta eitt stórt X í álmanakkan 19.-20 mars 2010.

Um ivamál og/ella spurningar eru, kunnu tit seta tykkum í samband við undirritaða.

Við ítróttarkvøðu
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

Pætur S. Clementsen
patur@football.fo
Tlf. 267494
ella +44 7593 238353

Nýggjastu tíðindi
09-09-2010U17 landsliðið úttikið
09-09-2010U19 kvinnulandsliðið til Norra
07-09-2010Tríggjar broytingar á føroyska liðnum
07-09-2010Landsliðið til venjing á Stadio Artemio Franchi
07-09-2010Atlantic Airways høvuðsstuðul
06-09-2010Lutakast í samb. við forsøluna til landsdystin ímóti Serbia
06-09-2010Rundskriv KN 03 03.10
04-09-2010U21 landsliðið fingu 11 stig í undanumfarinum
03-09-2010Sølubúð í teltinum við Tórsvøll
02-09-2010úttøkuvenjing til U17 landsliðið
02-09-2010Serbiska landsliðið havt venjing og tíðindafund í kvøld
02-09-2010Atgongmerkjasølan til A-landsdystin millum Føroyar og Serbia
FSF.fo - Støður Vodafonedeildin 2010
nr. lið d stig
1 NSÍ 20 40
2 HB 20 38
3 EB/Streymur 20 34
4 Víkingur 20 34
5 ÍF 20 34
6 B36 20 27
7 B68 20 23
8 B71 20 17
9 FC Suðuroy 20 14
10 AB 20 11
1. deild menn 2010
nr. lið d stig
1 07 Vestur 20 42
2 20 40
3 TB 21 39
4 HB 21 33
5 EB/Streymur 20 32
6 NSÍ 20 25
7 Víkingur 20 25
8 AB 20 23
9 FC Hoyvík 20 20
10 B68 20 3
1. deild kvinnur 2010
nr. lið d stig
1 17 47
2 AB 17 40
3 Skála 17 25
4 Víkingur 17 19
5 EB/Streymur 16 10
6 MB 16 2
EM 2012 - undankap.
nr. liðd stig
1 Estland1 3
2 Serbia0 0
3 Slovenia0 0
4 N. Írland0 0
5 Italia0 0
6 Føroyar1 0
U21 EM Undank. 2011
nr. liðd stig
1 Russland8 21
2 Rumenia8 21
3 Føroyar9 11
4 Moldova8 10
5 Lettland8 9
6 Andorra9 1
 
Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, Postrúm 3028, FO-110 Tórshavn
Telefon: 351979   Telefax: 319079
t-post:fsf@football.fo
Time: 1,42